Umhvørvi
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
Undir heitinum ”Climate Summit for Mayors” verður toppfundur fyri borgarstjórar úr heimsins størstu býum í Keypmannahavn. Millum gestirnar eru borgarstjórin í Tórshavn, Heðin Mortensen.
– Hóast vit eru smá í hesum høpi, vilja vit gera okkara, fyri at bøta um veðurlagið, so framtíðar ættarlið eisini kunnu njóta gott av hesi jørð og liva væl her, langt fram í tíðina. Tá vit vóru ein av 100 býum, ið fingu innbjóðing, tóku vit beinanvegin av, sigur Heðin Mortensen.
– Heimsins býir standa fyri 80 prosentum av øllum CO2-útláti í heiminum, og tí mugu tað vera býirnir, ið ganga undan, skulu vit fremja batar fyri veðurlagið. Havnin er kanska tann minsti av høvuðsstøðunum, ið verða umboðaðir, men vit halda tað kortini hava týdning, at vit eru við.
Umframt borgarstjóran, verða eisini Ingibjørg Berg, kommunustjóri, og Jákup Egholm Hansen, tekniskur stjóri, við til toppfundin, ið væntandi kann geva íblástur til orkusparandi tiltøk og grønar loysnir, sum Havnin og Føroyar annars kunnu taka til sín.
Umboðini fyri Havnina fara eisini at kunna um átøk, Tórshavnar kommuna hevur sett í gongd ella hevur ætlanir um, so eisini onnur kunnu fáa vitan um, hvat hendir á veðurlags- og umhvørvisøkinum í føroyska høvuðsstaðnum. Av hesum kunnu nevnast fjarhitaskipan og ókeypis bussleið.
Millum tey kendu nøvnini, ið eru við á toppfundinum, er fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton, ið verður høvuðstalari týsdagin 15. desember á einari serligari pavillon á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Mikudagin 16. desember verður Arnold Schwarzenegger, sum er guvernørur í amerikanska statinum Kalifornia, heiðursrøðari á ráðhúsinum.
Harumframt skal borgarstjórin til kongaliga móttøku á Amalienborg við Fríðriki krúnprinsi og til móttøkuna “Seal the Deal”, sum ST skipar fyri.