Heðin hevur álit á sínum monnum

EB/Streymur er á gáttini at vinna FM. Um tað eydnast seinnapartin at vinna heimsdystin ímóti NSÍ, so verður EB/Strreymur føroyameistari fyri aðru ferð. Fyrra ferðin var í 2008. Tað minnast tey í Sundalagnum og har á leið sjálvandi væl. Í dag spøkir tó eisini, at tað í 2006 kiksaði hjá EB/Streymi, sum á síðsta leikdegi tapti 1-0 á Mølini ímóti undirtippaða KÍ. Harvið bar 2-0 heimasigurin hjá HB á ÍF meistaraheitið við sær.

EB/Streyma venjarin Heðin Askham heldur, at hansara menn eru púra klárir til síðstu avbjóðingina á vegnum ímóti FM heitinum.

-Øll her norðuri minnast 2006, og harvið vita øll, at uppgávan ímóti NSÍ skal takast í størsta álvara. NSÍ hevur eitt´fínt lið, og um vit skulu vinna, so skulu vit vera fokuseraðir og arbeiða hart fyri søkini. Vit hava roynt at arbeitt sum vanligt, og kortini vita vit, at hetta ikki hevur verið ein vanlig vika, nú kappingarendin er so nær. Allir spælararnir eru tøkir, og teir hava lagt rættuliga nógv fyri venjingarkvøldini, sigur Heðin Askham.

Megna teir trýstið?

-Málið hevur alt hetta árið verið at vinna FM. Tað er støðugt trýst at vera oddalið, og vit hava verið fremst stóran part av árinum, so teir hava víst seg at vera robustir. Flestu teirra hava nógvar royndir síðani 2006. Tað telur nógv, men í dag er tað avrikið ímóti NSÍ, sum er avgerandi. Týdningarmiklast er, at vit gera alt tað, sum vit eru mentir. So fáa vit at síggja, um tað ber FM við sær, sigur Heðin Askham.

Hjá NSÍ snýr tað seg um at enda hetta kappingarárið við æru:

-Bæði fyri okkum sjálvar og øll onnur er tað týdningarmikið, at vit taka avbjóðingina í størsta álvara. Um tað verður EB/Streymur ella ÍF, sum verður meistari, er ikki okkara søk. Vit fokusera á okkara avrik, staðfestir NSÍ venjarin Kári Reynheim.

Hjá NSÍ er Magnus Olsen tøkur aftur, eftir at hann var leikbannaður í málleysa javnleikinum ímóti B36. Tað kemur ógvuliga illa við, at málverjin Kristian Joensen er leikbannaður, eftir at hann í evstu løtu sá reytt síðsta leygardag.

-Sjálvandi eru vit ógvuliga harmir um, at Kristian er leikbannaður. Hann er annar av bestu málverjunum í EFFOdeildini, og tað sæst aftur í, at hann er partur av landsliðshópinum. Hóast Kristian er leikbannaður, so kenna vit okkum at hava møguleika. Pætur Høj er eykamálverji. Hann hevur verið sera nærlagdur í venjingunum, og nú fær hann møguleikan á besta liðnum, sigur NSÍ veteranurin Helgi L. Petersen.