Heðin hevði samband

Heðin Mortensen heldur fast um, at hann undir samráðingunum við Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin náttina eftir kommunuvalið, tosaði við formannin í Sambandsflokkinum

Heðin Mortensen skrivar í eini viðmerking í blaðnum í dag, at hann undir samráðingunum við Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin náttina eftir kommunuvalið, hevði samband við formannin í Sambandsflokkinum, Kaj Leo Johannesen.
? Tá formaður Sambandsfloksins roynir at tváa sínar hendur og siga, at hann »ongantíð hevur verið partur av samráðingunum«, er tað ikki meira enn partvíst rætt, skrivar Heðin Mortensen.
Kaj Leo Johannesen hevur í viðmerking avsannað, at hann visti nakað um, at Heðin Mortensen skrivaði undir avtalu við Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin, eftir at Sambandsflokkurin longu hevði gjørt avtalu við Fólkaflokkin um samstarv.
? Formaðurin vil við hesum afturvísa pástandinum um at hava vitað av, at Heðin Mortensen undirskrivaði fleir avtalur, meðan øll hini lógu og svóvu, skrivaði Kaj Leo Johannesen.
Heðin Mortensen sigur, at hann um hálvgum fimm tíðina tosaði í eitt korter við formannin í Sambandsflokkinum.
? Og tað kann ein og hvør siga sær sjálvum, at fyrstvaldi býráðslimur floksins og floksformaðurin fara ikki mitt um náttina eftir eitt val at tosa saman í telefon, tí teir vilja skifta um bindiuppskriftir, skrivar Heðin Mortensen í síni viðmerking.
? So Kaj Leo Johannesen kann ikki siga seg hava verið óvitandi um tað, ið hendi hasa náttina. Tað er veruliga burtur úr vón og viti, um nakað er tað!
Viðmerkingin hjá Heðin Mortensen kann lesast aðrastaðni í blaðnum í dag.