Heðin helst til EB/Streym

Dreymurin er at fáa Arnbjørn og Hans Pauli heim aftur

Nógv bendir á, at EB/Streymur fær nýggjan venjara til komandi kappingarár. Sum skilst, so heldur Olgar Danielsen ikki fram, meðan Heðin Askham er besta boðið upp á ein nýggjan venjara.

 

Les eisini: B36 møguliga nýggjan venjara

 

- Vit gera ongar viðmerkigar til venjaraspurningin, fyrr enn kappingarárið er liðugt, sigur Signar í Homrum, formaður í EB/Streymi.

 

Felagsliðið verður aftur at síggja í bestu deildini komandi kappingarár, eftir eitt ár í næstbestu deildini. EB/Streymur hevur onkrar spælarar í útlegd, sum felagið sigst vilja síggja aftur í barndómsfelagnum. Teirra millum Arnbjørn T. Hansen og Hans Pauli Samuelsen.

 

- Tað havi eg sum so heldur onga viðmerking til, men tað er nærliggjandi at hugsa, at vit ynskja at síggja teir báðar aftur í felagnum, sigur Signar í Homrum.

 

Heðin Askham vil heldur ikki gera tær stóru viðmerkingarnar, men avsannar ikki, at hann møguliga er í samráðingum við EB/Streym, sum hann gjørdi til FM vinnarar í 2012.