Heðin heldur seg til

Skjóti B36 maðurin ásannar, at møguleikin hjá honum er størri, enn hann er, tá Øssur Hansen er við

 

LANDSDYSTUR


Enn hevur Heðin á Lakjuni ongantíð verið á landsliðnum frá fyrsta bríksli. Um hann verður tað hesa ferð, var einki sagt um, tá landsliðið í gjár legði síðstu hondina á fyrireikingarnar til dystin ímóti Luksemborg seinna partin í dag. Men Heðin á Lakjuni er samdur í, at møguleikin hjá honum eigur at vera størri, nú Øssur Hansen ikki er tøkur, enn hann er, tá Øssur er tøkur:

? Øssur er ein góður og royndur spælari, og hann er sjálvskrivaður á plássinum í vinstru. At hann ikki er við hesa ferð ger, at møguleikin hjá øðrum er størri at koma á liðið. Tað havi eg hugsað. Tað er venjarin, sum setur liðið, men eg skal ikki dylja, at tað hevði verið ein góð kensla hjá mær, um hann hevði gjørt av, at eg skuldi fáa møguleikan ímillum teir fyrstu ellivu. Tað havi eg ongantíð áður havt, sigur Heðin á Lakjuni.

B36 maðurin hevur ikki nervar:

? Tað hevur gingið væl í B36 í ár, og vit hava allir stórt sjálvsálit, heldur Heðin, sum fleiri ferðir í ár hevur spælt á plássinum, sum nú skal mannast í dystinum ímóti Luksemborg.

? Tá eg havi verið longri frammi á vøllinum, so hevur Jens Kristian Hansen ofta verið vongspælari á miðvøllinum í vinstru. Tað er sjálvandi góður møguleiki fyri, at hann fer at spæla í plássinum, sum Øssur Hansen plagar at spæla í. Um so verður, so má eg bara vera klárur at gera mítt besta og so vóna, at venjarin fer at geva mær møguleikan.