Hesa vikuna er tað friðarligt í heimliga fótbóltinum. Landsliðið er í Portugal, har risa avbjóðing er á skránni hóskvøldið, og sunnudagin verður tað Andorra á heimavølli.
Allir teir, sum ikki eru á landsliðnum, fyrireika seg til langa endaspurtin í landskappingini, sum tað verður farið undir annan sunnudag.
Í kvøld eru tíðindini frá EB/Streymi, at felagið og Heðin Askham í kvøld hava skrivað undir sáttmála, sum ber við sær, at Heðin Askham eisini í 2018 verður venjari hjá EB/Streymi.
Tá ið Heðin Askham og EB/Streymur í vetur skrivaðu undir avtalu fyri 2017 var málið, at uppflytararnir skuldu varðveita plássið í deildini.
Nú tað resta sjey umfør er EB/Streymur á sjeynda plássi við 23 stigum. Tað eru sjey stig og betri málmunur aftur til 07 Vestur á níggjunda plássi. Harvið talar alt fyri, at EB/Streymur eisini næsta kappingarár verður í fremstu røð.
At avtala nú er undirskrivað millum Heðin Askham og EB/Streym ber við sær, at tað longu nú verður farið undir fyrireikingarnar til næsta kappingarár, samstundis sum ansað verður eftir, at plássið í fremstu røð ikki kemur í vanda tað, sum er eftir av hesum kappingarárinum.
Næsti dystur hjá EB/Streymi verður sunnudagin tíggjunda september í Gundadali ímóti B36.










