Heðin heldur fram

Í løtuni er EB/Streymur næstfremst á stigatalvuni, og hóast kappingarárið ikki er liðugt enn, so endaliga úrslitið kann gerast bæði betri og verri, skerst neyvan burtur, at tey í Sundalagnum eru nøgd við avrikini hjá Heðini Askham, sum tók við sum venjari fyrst í august mánaði. Sum skilst, hevur Heðin nú gjørt avtalu við EB/Streym um, at hann heldur fram har næsta kappingarár. Hetta hevur annars verið eitt hendingarríkt kappingarár hjá venjaranum, sum byrjaði í B36, men ikki helt fram kortini. Síðani vann hann við A-landsliðnum á Íslandi, umframt at hann sjálvur annar hevur staðið fyri frálíku úrslitunum hjá U21-landsliðnum, eitt nú sigrinum á Russlandi. Og nú sær so út til, at Heðin Askham eisini fær nóg mikið at takast við næsta kappingarár, við framhaldandi gerandisdegi í fótbóltinum við Margáir.