Heðin heiðraður

Á býráðsfundi í gjár varð Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, heiðraður fyri drúgva tænastu.

Tað var Jógvan Arge, varaborgarstjóri, sum á býráðsfundinum handaði Heðini Mortensen heiðursskjalið, sum Gunnar Hoydal hevur skrivað tekst til, og Bárður Jákupsson hevur teknað.

Teksturin á heiðursskjalinum er soljóðandi:

Heðin Mortensen

varð fyrstu ferð valdur í býarstýrið í december 1972 og tók sæti í býráðnum í januar 1973. Nú ið hann situr sum borgarstjóri, hevur hann verið valdur uttan slit í trýatifimm ár og sitið longur enn nakar annar býráðslimur tey brátt hundrað árini, síðani Tórshavnar kommuna varð skipað við fólkavaldum stýri.

Tórshavnar býráð vil við hesum skjali seta honum merki í býarsøguna og minnast hansara drúgvu tænastu fyri bý okkara.

Eftir handanina takkaði Heðin Mortensen býráðnum og starvsfólkinum fyri gott samstarv hesi mongu árini.