Heðin gjørdist ov stuttur

Heðin D. Poulsen gjørdist sostatt ov stuttur í atkvøðugreiðsluni, sum í nógvar mátar var eitt landafrøðilig val, har Suðuroyggin nú aftur hevur sítt umboð, sum teir mistu, tá Óli Holm fall á forsetavalinum fyri tveimum árum síðani.

Heðin D. Poulsen fekk 8 atkvøður. Jákup Martin Joensen og Róin Schrøter fingu 17 atkvøður hvør, og Fríðin Ziskason fekk 14 atkvøður.

Tiltakslimir í nevndini eru nú Mortan Poulsen og Heðin D. Poulsen, sum vóru einastu uppskotini til tiltakslim.