Heðin gjørdi tað aftur

– Spælararnir vunnu nærdystirnar, vunnu næsta bólt og gjørdu alt, sum skuldi gerast, var niðurstøðan hjá Heðini Askham, U21-landsliðsvenjara, eftir at sensatiónin var fingin til høldar í gjárkvøldið

FÓTBÓLTUR

 

Hóast kappingarárið í fótbólti enn er ungt, man lítið vera at ivast í, at Heðin Askham longu nú stendur fremstur í kappingini um at gerast ársins venjari. Í øllum førum hevur eydnast honum at skriva søgu í tveimum førum sum landsliðsvenjari – enntá við tveimum ymsum landsliðum.

Í mars mánaði stóð hann á odda, tá A-landsliðið fyri fyrstu ferð nakrantíð vann á Íslandi – enntá á útivølli – og í gjárkvøldið hevði hann saman við Bill McLeod Jacobsen venjaraábyrgdina, tá U21-landsliðið syrgdi fyri einari sensatión av teimum sjáldsomu, tá liðið vann 1-0 á Russlandi.

– Hetta var ein heilt fantastiskur dystur og eitt liðavrik burturav. Her ber ikki til at taka nakran spælara fram um nakran annan, tí teir vóru allir framúr, var eisini niðurstøðan hjá Heðini í sekundunum eftir at norðurírski dómarin hevði bríkslað dystin á ovara vølli í Gundadali av og sensatiónin var ein veruleiki.

 

Byrjaðu álopskent

Í mun til dystin leygarkvøldið, sum U21-landsliðið tapti 0-4 fyri Rumenia, høvdu venjararnir báðir gjørt stórar broytingar í uppstillingini, tí ikki færri enn seks av teimum, sum byrjaðu inni í gjárkvøldið, komu annaðhvørt á vøllin sum innskiftarar leygarkvøldið ella sótu allan dystin á bonkinum.

Eitt var, at partvíst linligi innsatsurin leygarkvøldið rættvísgjørdi broytingar, men uppaftur meira merkisvert var tað, at venjararnir í gjárkvøldið koyrdu eitt lið á vøllin, sum var uppaftur meira álopskent enn leygarkvøldið. Tað lønti seg eisini, og teir útvaldu takkaðu fyri álitið.

– Allir menn vóru uppi í hægstu snúningum allan dystin ígjøgnum. Teir vunnu nærdystir, vunnu næsta bólt og gjørdu alt, sum skuldi gerast. Allan vegin ígjøgnum var sera gott samarbeiði millum keturnar, og spælararnir tímdu at taka túrarnar fyri hvønnannan, segði Heðin Askham.