Heðin framvegis ÍSF-forseti

Forsetin í Ítróttarsambandi Føroya eitur framvegis Heðin Mortensen, hóast fleiri vildu verða við, at hann noyddist at leggja frá sær, tá ið hann gjørdist borgarstjóri í Havnini.

Beint sum tað eftir býráðsvalið í november mánað gjørdist greitt, at Heðin Mortensen fór at gerast næsti borgarstjórin í høvuðsstaðnum, bleiv spurningurin reistur, um hann kundi halda fram í forsetasessinum í ÍSF.

Liggur í innlendismálaráðnum
Fleiri vildu verða við, at kommunustýrislógin ikki loyvdi einum borgarstjóra at hava slíkan álitissess sum forsetasæti í ÍSF, samstundis sum hann var borgarstjóri.
Sjálvur dugir Heðin Mortensen ikki at síggja nakað galið í tí, at hann er ÍSF-forseti, samstundis sum hann eisini er borgarstjóri í Havn.
- Forsetaembætið í ítróttarsambandinum er eitt frítíðarítriv hjá mær, sum eg havi havt í mong ár við síðuna av mínum dagliga yrki. Talan er um eitt ólønt starv, sum ikki ávirkar mítt dagliga starv, og tí dugi eg ikki at síggja nakað galið í tí, at eg siti sum ÍSF-forseti, samstundis sum eg eri borgarstjóri, sigur Heðin Mortensen.
- Fyrr var tað nógv meiri krevjandi at sita í stjórnini í ÍSF, enn tað er nú. Í dag hava vit eina umsiting við skrivstovufólki og ráðgeva, og tað lættir ómetaliga nógv um arbeiðsbyrðuna á stjórnina, sigur ÍSF-forsetin.
Av tí at tað er ógreitt, um tað er nakað, ið forðar fyri, at Heðin Mortensen kann røkja bæði borgarstjórastarvið og forsetaembæti samstundis, eru fólk í innlendismálaráðnum farin undir at kanna málið, og Heðin Mortensen sigur seg vænta eitt svar í næstum.

Aðalfundur í næstum
Um so er, at innlendismálaráðið kemur til ta niðurstøðu, at Heðin Mortensen ikki kann røkja starvið sum ÍSF-forseti, samstundis sum hann er hægsti maður í høvuðsstaðnum, so fer hann allarhelst í farloyvi úr ÍSF.
- Eg vóni tó, at um so er, so fái eg møguleika til at avvikla tingini ordiligt. Vit hava aðalfund í komandi mánað, og tá kundi eg hóskandi fyribils handa einum øðrum persóni ábyrgdina av leiðsluni í ÍSF, meðan eg eri í farloyvi. Men eg vóni tó, at hetta ikki gerst neyðugt, og at innlendismálaráðið metir, at eg kann røkja báðar sessirnar samstundis. Vit hava jú fleiri dømi um politikkarar, sum sita bæði sum løgtingslimir og borgarstjórar í sínari heimkommunu, og eg dugi ikki at síggja, at tað er nakað frægari enn mín støða, sigur Heðin Mortensen.
Tá ið ÍSF hevur aðalfund í komandi mánað, stendur Heðin Mortensen sjálvur ikki fyri vali. Hann hevur eitt ár eftir av sínum valskeiði, men hinir báðir stjórnarlimirnir í ítróttarsambandinum, Sverri Midjord og Petur Elias Petersen, standa báðir fyri vali á komandi aðalfundi.