Heðin formaður í Havnar Framburðsfelag

Havnar Framburðsfelag, valfelag Fólkafloksins í Suðurstreymi, hevði aðalfund leygardagin

Eini 50 fólk vóru møtt. Nýggj nevnd varð vald. Fyri Jan Christiansen og Petur á Lava Olse, sum ikki ynsktu afturval, vórðu valdir Poul Laust Christiansen og Marita Hentze Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Heðin D. Poulsen sum formanni, Aaga Arnoldson sum kassameistara, Poul L. Christianssen sum skrivara og Elsa í Garið og Maritu Hentze sum nevndarlimir. Sum varalimir vóru valdir Jan Christiansen og Inga Dahl.

Eftir sjálvan aðalfundin, hevði Jan Christiansen, Óli Breckmann og Bjarni Djurholm stutt innlegg um politisku gongdini tað síðsta árið og um framtíðar politiskar visiónir.

Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, hevði síðani eina framløgu um hvør er best egnaður at finna vinnarar, politikarin ella marknaðurin. Framløgan hjá Johnny var sera áhugaverd og rakti við nógv viðkomandi viðurskifti. Niðurstøðan var, at sjálvandi er marknaðurin best egnaður at finna vinnarar, tí tess meira politikarar blanda seg, truplari og skeivari gerst gongdin. Politikarin skal syrgja fyri, at karmarnar eru til staðar og innan hesar karmar skal vinnan hava frítt at virka.