Heðin er nøgdur við sáttmálan

– Eg haldi, at vit kunnu vera nøgd við sáttmálan, sigur formaðurin í Kommanala Arbeiðsgevarafelagnum, Heðin Mortensen, ið er fegin um, at fyrireikingartíðin hjá pedagogunum er komin við í sáttmálan.

– Kanska kemur hetta at kosta kommununum nakað, men eg vænti, at tað verður effektivari og rationellari, nú vit vita meira um, hvat tímarnir verða brúktir til. Og nú er uppgávan hjá okkum at syrgja fyri, at kommunurnar fáa eina eins skipan fyri alt landið.

Eitt skifti sótu bara Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið og samráddust, men tá tað kom til stykkis, vildi Fíggjarmálaráðið ikki góðtaka tað, hesi bæði komu til. Kortini heldur Heðin Mortensen ikki, at kommunurnar vilja hava størri sjálvstýri á hesum økinum.

– Sjálvandi kundu vit gott havt avgreitt handa partin fyri okkum sjálvi, men nú høvdu vit avtalað at samráðast í felag, og so gjørdu vit tað, sigur hann.

– Nú ræður um at koma víðari, og tað, sum hevur mest at siga, er at verkfallið er av, so fólk kunnu koma til arbeiðis, børnini aftur verða ansað og øll kunnu koma víðari.