SJÁLDSAMT MET
Tá ið nýklækta og trífalda meistaraliðið, HB, í morgin fer til Klaksvíkar at spæla landskappingardyst ímóti javnaldranum og størsta kappingarneytanum, verður Heðin á Lakjuni millum áskoðararnar. Fyrrverandi KÍ spælarin og núverandi HB spælarin er leikbannaður. Tá ið Lassin Isaksen sunnudagin vísti honum gula kortið, varð greitt, at Heðin á Lakjuni ikki fór at sleppa upp í part í morgin.
Heðin er leikbannaður hesa ferð. Tí er rættuliga sannlíkt, at hann verður á HB liðnum, tá ið teir eftir átjanda og síðsta umfarið, fara at taka ímóti FM steypi og gullkrónum í Runavík. Tað fara teir at gera um tvær vikur.
Tað verður neyvan gerandis hjá nøkrum at taka ímóti gulli og skreyti, men Heðin setur sjáldsamt met í ár. Hann er nevniliga fyrsti føroyski fótbóltsspælarin nakrantíð, sum hevur vunnið the double í trimum ymiskum feløgum. Í 1999 var hann á KÍ liðnum, sum vann bæði landskappingina og steypakappingina. Í 2001 var hann á B36 liðnum, sum vann báðar kappingarnar, og nú er hann á HB liðnum, sum sunnudagin krýndi væl eydnaða 100. føðingarárið við at vinna landskappingina. Á Ólavsøku vunnu teir steypafinaluna.
Tað er ongantíð komið fyri áður, at ein spælari hevur vunnið hesar báðar kappingarnar fyri trý ymisk feløg. Tað er eisini rættuliga sjáldsamt, at Heðin bara hevur verið meistari, tá ið hann eisini hevur verið steypavinnari, og at hann bara hevur verið steypavinnari, tá ið hann eisini hevur verið meistari.
Onkrir spælarar hava vunnið the double fyri tvey feløg. Á HB liðnum, sum í ár hevur vunnið báðar kappingarnar, eru tveir spælarar, sum hava roynt hetta. Teir eru Rógvi Jacobsen og Jákup á Borg. Rógvi vann FM og steypakappingina við KÍ í 1999, og Jákup á Borg vann FM og steypakappingina við B36 í 2001.
John Petersen var á B36 liðnum, sum vann FM og steypakappingina í 2001. Í 1996 spældi hann við GÍ, sum bæði varð meistari og steypavinnari hetta árið
Í gamlari tíð - tað vil í hesum førinum siga fram til 1988, tá ið besta deildin varð víðkað til tíggju lið - var tað ikki so vanligt at skifta felag. Tí hevur eingin av gomlu spælarunum upplivað at vunnið the double við fleiri feløgum.
Síðani 1988 er tað fýra ferðir komið fyri, at eitt felag hevur vunnið the double. Tað gjørdi HB í 1988, 1998 og 2003, KÍ í 1999 og B36 í 2001. Tríggjar tær síðstu ferðirnar, tá ið eitt felag hevur vunnið the double, hevur talan verið um ymisk feløg: KÍ í 1999, B36 í 2001 og HB í 2004. Felags fyri liðið, sum hesi árini hevur verið meistari og samstundis hevur vunnið steypakappingina, er, at Heðin á Lakjuni hevur talst millum spælararnar. Tað er lítil ivi um, at sjáldsama metið fer at standa í mong ár - um tað nakrantíð fer at verða tikið!