Heðin D. Poulsen er løgfrøðingur og formaður í Havnar Framburðsfelag, sum valfelag Fólkafloksins í Suðurstreymoy.
Til seinasta løgtingsval fekk Fólkaflokkurin tveir mans valdar í Suðurstreymoy, men av tí, at Bjarni Djurholm gjørdist landsstýrismaður, kom Poul Michelsen inn á ting, sum triðji maður á listanum. Fjórða og fimta plássi fingu ávikavist Annika Olsen og Eli Christiansen, men av tí at hvørgin teirra fekk tikið sæti á Tingi hesaferð, vóru boð eftir Heðin D. Poulsen, sum nú er varamaður fyri Óla Breckmann.
Heðin D. Poulsen hevur latið løgtinginum tveir skrivligar spurningar, nú hann er løgtingsmaður. Tann fyrri er til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, og hin Birgit Kleis, ríkisumboðsmann.
Mikkjal, Jóannes og Mamy
Annars er fleiri varafólk komin á ting. Sverri Midjord hevur biðið um farloyvi og fyri hann er Mikkjal Sørensen komin á ting. Jørgen Niclasen hevur biðið um farloyvi og fyri hann er Jóannes Nielsen komin á ting. Vilhelm Johannesen hevur biðið um farloyvi og fyri hann er Mamy Dahl Sørensen komin á ting.