Heðin broytir onga tunnilsætlan

FM1: Tað verður Hvalba áðrenn Hvannasund og Dalur áðrenn Fámjin, sigur nýggi landsstýrismaðurin.

Heðin Mortensen tók í morgun við starvinum sum landsstýrismaður í samferðslumálum. Hetta hendi eftir at Henrik Old valdi at fara frá, eftir at løgmaður tók hann av ræði í spurninginum um hvønn tunnil, tunnilstoymið skuldi bora fyrst, til Fámjins ella Dals.

 

Heðin Mortensen hevur onkuntíð í hesum valskeiðnum havt lyndi til at arga samgonguna, nevnast kunnu mál sum hjúnabandslógin og fiskivinnunýskipanin, og eisini í tunnilsmálunum hevur stórur spenningur verið um, hvønn veg atkvøðan hjá fyrrverandi borgarstjóranum í Havn fór at fella.

 

Nú er so eingin ivi longur. Fyrst og fremst, tí at hann sum landsstýrismaður onga atkvøðu hevur, og tí at hann í dag í samrøðu við FM1 ger greitt, at hann ikki ætlar at gera nakrar broytingar á hesum økinum. Hann sigur, at jú skjótari Hvalbiartunnilin verður liðugur, jú skjótari kann farast undir tunnilin Norður um Fjall, og at tunnilstoymið fyrst fer til verka á Sandoynni og síðani suður til Øravíkar.

 

- Tað, sum eg kundi hugsað mær at fingið gjørt, tað er at fáa eina heildarætlan yvir alt hetta økið, fingið tað prioriterað, fingið gjørt verklagslógir, soleiðis at tað er fastlagt, soleiðis og soleiðis kemur tað at ganga, og fáa løgtingið at taka undir við tí. Tað haldi eg hevði verið skilagott, so tað ikki bara verður eitt andstøðuuppskot ella meirilutauppskot, men eitt felags uppskot, sum kann gjøgnumførast.

 

Í samrøðuni tosar nýggi landsstýrismaðurin eisini um innkomuvegirnar í Havn og í Runavík eins og nýggja skipið hjá Strandferðsluni. Trýst á pílin undir myndini, fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen gjørdi við Heðin Mortensen á FM1 í dag.