Heðin brennur fyri býráðnum

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn hevur boðað leiðsluni í Javnaðarflokkinum frá, at hann ikki stillar upp til løgtingsvalið.

- Við 2.200 persónligum atkvøðum í Tórshavnar kommunu til býráðsval havi eg fingið eina so avbera stóra álitisváttan sum borgarstjóri. Eg brenni fyri hesum álitinum og ætli mær at halda orð, tí stórar avbjóðingar eru fyri framman í kommununi, sigur Heðin Mortensen við Tórsportalin.

Heðin Mortensen ætlar sær at verja borg í starvinum sum borgarstjóri, og hann sigur seg ikki vera komnan á mál, tí fleiri arbeiði aftrat skulu setast í gongd.