Tórshavn: Tað er mangan so, at ávísir trupulleikar kunnu taka seg upp tá kommunan letur ein bygning byggja. Er onkur størri trupulleiki um tíðarætlan ella kostnað, hevur spurningurin higartil verið, hvagar ein skuldi fara við hesum trupulleikanum.
Seinasta dømið í hesum sambandi er útbyggingin av skúlanum í Kollafirði, har trupult hevur verið at komið til botns í, hvør hevur ábyrgdina fyri óhepnu støðuni.
Nú hevur kommunan so skorið út í papp, hvør tað er sum hevur ábyrgdina, tá kommunan letur ein bygning byggja, eins og ein hevur gjørt greitt hvør hevur eftirlitið við hesum.
Hereftir verður nevniliga skipaður ein eftirlitsbólkur sum kemur at hava ábyrgdina og eftirlitið við byggingum og peninganýtsluni annars.
Hvørt einasta ár keypir kommunan fyri nógvan pening í innbúgvi og útgerð, og nú skal skipast so fyri, at hesi keypini verða boðin út millum fleiri fyritøkur. Nú skal haraftrat verða liðugt at keypa frá tí fyrsta og besta seljaranum, og frá tí sum kemur við teirri smartastu vøruni.
-Vit ynskja at sleppa undan illgrunanum hjá fólki um, at vit geva ávísum fyritøkum fyrimunir fram um aðrar.
-Okkara hægsta ynski er at fáa so nógv fyri peningin sum gjørligt. Og tað gera vit m.a. við hesum stórdriftsfyrimuninum, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hann vil ikki seta nakað tal uppá, hvussu nógvan pening, ið kommunan kann spara við hesi nýggju mannagongdini.
-Men her er nógvur peningur at spara. Eingin ivi um tað, sigur Heðin Mortensen.
Á býráðsfundi hóskvøldið vórðu hesar nýggju fyrisitingarligu mannagongdirnar samtyktar, og sum galda fyri allar verkætlanir ið skulu fíggjast av kontoum hjá kommununi.










