Heðin Askham: Vit mugu leypa á

EB/Streymur hevur spælt tríggjar ferðir ímóti B36 í ár, men enn er tað ikki eydnast hjá sundalagsmonnum at vinna á árstalsfelagnum.

 

- Tað vísur seg, at B36 stendur væl til okkum. Teir eru eitt gott tekniskt lið, ið spælir skjótan fótbólt. Men seinasti dysturin ímóti teimum(1-1 í Gundadali í landskappingini, blaðm) vísur at vit kunnu fáa møguleikar at skora tey neyðugu málini. Tað gjørdu vit ikki tá, men vónandi gera vit tað næstu ferð, sigur Heðin Askham, venjari hjá EB/Streymi.

 

EB/Streymur tapti í fjør finaluna ímóti Víkingi.

 

- Hetta er ein uppgáva sum allar aðrar, men hon er serlig við tað, at vit skulu vinna dystin. Tað krevur so, at vit mugu umstilla okkum eitt sindur, men okkum dámar væl at spæla álopsfótbólt, sigur Heðin Askham.

 

Landsliðið hevur sum kunnugt verið á ferð seinastu vikuna, men EB/Streymur er ikki serliga ávirkaði av tí ferðini.

 

- Tað hevur onga ávirkan á liðið hjá okkum. Vit høvdu bara ein mann við á ferðini og tað var Egil á Bø. Brian Olsen og Bjarni Jørgensen spældu á næstbesta liðnum í vikuskiftinum og verða helst við. Eisini Daniel Udesen er um at verða klárur aftur, sigur Heðin Askham

 

Dysturin verður týskvøldið kl. 19.00 í Streymnesi.