Heðin Askham: Tað vóru menn ímóti dreingjum

(FM1) Høvuðsvenjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham var sera ørkymlaður aftaná 0-5 ósigurin ímóti NSÍ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna frásøgumaðurin hjá FM1, Hilmar Jan Hansen gjørdi við Heðin Askham, høvuðsvenjara hjá EB/Streymi aftaná Heðin hevði sæð sínar menn tapa heili 0-5 ímóti NSÍ við Løkin í Runavík í dag.

 

- Tað vóru menn ímóti dreingjum í dag, staðfestir Heðin Askham.

 

Heðin Askham segði, at tað var sera ørkymlandi at verða venjari og verða eygnavitni til tað sum hendi við Løkin í Runavík í dag. Hann er eisini harmur um, at ósigurin fór illa við málmuninum sum kann fara at gera mun tá teljast skal saman aftaná 27 umfør.

 

Frásøgnin av teimum fimm málunum hjá NSÍ, og samrøðan Hilmar Jan Hansen hevði við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagga" Hentze hoyrast HER