Heðin Askham verður ikki venjari hjá EB/Streymi komandi kappingarár. Tann avgerðin er endaliga tikin sambært venjaranum sjálvum.
- Eg havi gjørt upp við meg sjálvan, at eg taki frí í eitt ár, sigur meistaravenjarin. Hann heldur tó fram sum venjari hjá U21 landsliðnum, um alt gongur sum ætlað.
- Vit hava ikki endaliga undirskrivað nýggjan sáttmála, men eg haldi báðir partar eru sinnaðir at halda fram undir somu treytum, sigur Heðin.
Heðin Askham fekk handaða eina gávu á ársveitsluni, nú hann tekur eitt ár frí frá fótbólti. Tað er ein mynd, sum Álvur Haraldsen tók av Heðini, tá EB/Streymur skoraði í einum dysti í Klaksvík. Myndin av fegna og ikki minst sterka venjaranum fór kring alt landið. Myndin talan er um er myndin til greinina.
- Teir høvdu forstørra myndina og koyrt hana í eina gullrammu, sigur ein fegin Heðin Askham.
Hann gleðir seg longu at sleppa til fótbóltsdystir komandi ár og ikki at skula hugsa um nakað annað enn at hyggja eftir dystinum.
- Eg gleði meg longu nú at sleppa til dyst og kunnu seta meg niður og bara hyggja við neutralum brillum og eygleiða dystin, sigur Heðin Askham at enda.
Mynd: (Álvur Haraldsen) Heðin Askham hevur nógv at fegnast um í ár