Heðin Askham: - Høvdu buktina og báðar endarnar

Annar av føroysku U21-landsliðsvenjarunum, Heðin Askham, var eftir dystin ein vónbrotin maður. Serliga av tí at teir høvdu so góðar umstøður fyri at skapa eitt gott úrslit.

Annar av føroysku U21-landsliðsvenjarunum, Heðin Askham, var eftir dystin ein vónbrotin maður. Serliga av tí at teir høvdu so góðar umstøður fyri at skapa eitt gott úrslit.
- Júst nú eru vit ógvuliga vónbrotnir, tí vit hava buktina um báðar endar við tað at teir fáa ein mann útvístan og vit eru væl við í dystinum. Teir skora eitt mál í fyrra hálvleiki, men vit føla alla tíðina, at vit eru við í dystinum og eiga at koma inn í dystinum við einum máli. Tá ið teir so fáa ein mann útvístan, so eru vit vísir í, at vit kundu skapa eitt úrslit, men tað megna vit so ikki, sigur Heðin Askham, og heldur fram:
- Teir fáa tvørturímóti eitt mál afturat, og tá hanga vit eitt sindur við nevinum og troyttleikin byrjar at melda seg. Vit gera tað, vit kunnu, og avrikið hjá leikarunum var í lagi, heldur Heðin.
Vit spurdu venjaran, á hvønn hátt uppleggið broyttist, tá ið Serbia fekk ein mann útvístan.
- Vit broyta í grundini ikki so nógv, tí vit hava øgiliga nógv gott uppspæl ígjøgnum kantarnar. Tað halda vit fast við, vit vinna luftbóltarnar og vinna bóltarnar sentralt á miðjuni, so tað handlaði bara um at fáa teir út at renna eftir okkum. Vit hildu, at tað riggaði væl eina løtu, men løgdu so til merkis, at teir høvdu pakkað seg saman, og tá máttu vit hava fólk niðan á vøllin fyri at spæla okkum ígjøgnum. Tað riggaði ikki, og so fingu teir málið upp á mótálop, sum teir lúrdu eftir, sigur Heðin Askham.
Tit hava samanlagt tapt 1-3 fyri tveimum sterkum evropeiskum fótbóltsliðum, eru tit samanumtikið nøgdir við hesa samlingina?
- Eg haldi, at flestu fólkini í Føroyum hava lagt til merkis, at føroyskur ungdómsfótbóltur hevur ment seg ógvuliga nógv, og eg haldi, at vit kunnu vera stoltir av avrikinum, sum vit hava sýnt hesar báðar dystirnar, segði Heðin Askham, annar av U21-landsliðsvenjarunum, eftir dystin.