EB/Streymur fór í kvøld í summarfrí við einum tapi áljóðandi 2-1 á heimavølli ímóti B36. Gestirnir løgdu seg á odda í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki javnaði Brian Olsen fyri EB/Streym, áðrenn Gestur Bogason Dam, sum hevur traðkað sínar ungdómsgaggur við Margáir, avgjørdi dystin fyri B36 til 2-1. Úrslitið merkir, at EB/Streymur eftir 14 umfør hevur 14 stig og er trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.
Venjarin hjá EB/Streymi, Heðin Askham, sigur seg vera keddan av, at EB/Streymur skuldi tapa hendan dystin, tí hann heldur ikki, at nakar leikligur munur var ímillum liðini. Hann sigur eisini, at ringa veðrið ávirkaði dystin, men hann hevur upplivað verri veður við Margáir. Samanumtikið dámar Heðini Askham væl í Sundalagnum, og hann hevur góðar vónir um, at uppflytaraliðið yvirlivir í Effodeildini.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Heðin Askham í fótbóltssendingini hjá Rás2.