Heðin Askham, EB/Streymur:
Steypakappingin: (vunnu 4-2 ímóti ÍF)
- Tað má eg siga, at hatta var ein uppreisn. Vit hava ikki fingið spælið at koyra í landskappingini. Serliga verjukendi parturin og skipanin riggaði stak væl, og av tí sama kemur alt at rigga so øgiliga væl uppi á vøllinum. Leikararnir, ið skuldu hava bóltin, fingu hann, sigur Heðin Askham.
Landskappingin: (tvey stig eftir tríggjar dystir)
- Vit hava klárað okkum óluksáliga illa. Vit byrjaðu ímóti KÍ, spældu væl og lorkaðu tað burt. Ímóti Víkingi spæla vit eisini okay, men vit gera ov nógvar persónligar villur. Sum onkur hevur víst á, so koma tað færri mál í kappingini í ár enn undanfarin ár, og eg haldi eisini, at liðini grava seg meiri niður. Vit fara altíð so langt upp, sum vit sleppa. Tað gera vit hvønn einasta dyst. Vit leggja okkum ikki eftir mótstøðuliðnum – bara onkrum einstaklingum – men vit leggja okkum altíð eftir okkara egna spæli, sigur Heðin Askham.
Spurdur, um hann væntar at steypasigurin hjá ÍF gav teimum eitt spark at gera tað betri nú, svarar hann:
- Tað vil eg hopa. Hugburðurin var góður og vit bardust sum eitt lið, so tað er sera positivt.