Heðin aftur á listanum hjá Fólkaflokkinum

Tað eru 11 síðan hann seinast stillaði upp til løgtingsval

Á fyrsta uppstillingarfundinum hjá Norðstreymoyar Fólkafloksfelag í dag varð greitt, at eitt kent andlit í føroyskum kommunalpolitikki vendir aftur til landspolitikk, aftaná at hava sitið uttanfyri seinastu tvey valskeiðini.

Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, tók av, tá hann bleiv spurdur, um hann ynskti at stilla upp til komandi val.

- Eg havi ikki stillað upp til tey bæði síðstu løgtingsvalini, men havi umhugsað støðuna hesuferð. Áðrenn fundin hevði eg tikið eina avgerð um, at bleiv spurdur, so skuldi eg játta at stilla upp. Tað bleiv eg, so eg kom á listan, sigur borgarstjórin og leggur afturat.

- Eg ætli mær at arbeiða fyri at blíva valdur og blíva partur av landspolitiska umhvørvinum aftur. Eg ynski at føra ein borgarligan politikk, ið tænir landinum, fólkinum og vinnulívinum og fáa tey mál ígjøgnum, ið Fólkaflokkurin arbeiðir fyri.

Heðin Zachariasen bleiv fyrstu ferð valdur á ting í 2002, tá hann fekk 149 persónligar atkvøður og vann eitt eykaumboð fyri Fólkaflokkin. Í 2004 bleiv hann afturvaldur sum eykaumboð við 260 atkvøðum.

Valið í 2008 var fyrsta valið við nýggju valskipanini og hóast Heðin Zachariasen við 317 atkvøðum fekk sítt besta val higartil, so var tað ikki nokk til meira enn eitt 9. pláss á listanum hjá Fólkaflokkinum. Hann tók kortini sæti sum fastur varamaður á tingi seinni í 2008, tá CHE-samgongan slitnaði og Fólkaflokkurin aftur slapp í samgongu.

Umframt at verið løgtingsmaður hevur Heðin Zachariasen verið borgarstjóri í tveimum kommunum. Fyrst í Hvalvíkar kommunu frá 1997 til 2004, og síðan í nýggju Sunda kommunu frá 2005 til 2008 og aftur frá 2012 til dags dato. Til seinasta kommunuval fekk borgarstjórin 208 persónligar atkvøður.