LANDSLIÐIÐ
Heðin á Lakjuni hevur verið rættuliga eyðsýndur á HB liðnum, sum langt síðani hevur tryggjað sær meistaraheitið. Tað fær Heðin nú eitt herðaklapp fyri frá landsliðsvenjaranum. Henrik Larsen hevur givið Heðini á Lakjuni boð um at koma við landsliðnum, sum týsdagin í næstu viku fer av landinum við kós móti Kypros og síðani Írlandi.
Heðin á Lakjuni, ið er skrásettur fyri tíggju landsdystir, hevur ikki verið í landsliðshitanum í meiri enn eitt ár. Heðin spældi síðsta landsdystin móti Kasakstan 27. apríl í fjør. Føroyar vunnu 3-2, og tá skoraði Heðin fyri fyrstu ferð á landsliðnum. So var hann á beinkinum í Íslandi og móti Týsklandi á Tórsvølli, og síðani hevur hann ikki fingið landsliðsboð. Tað fekk hann so aftur í gjár.
Saman við Heðini hava sekstan og ikki seytjan aðrir fingið boð. Tað er ivasamt, um tað fer at bera Jákupi Mikkelsen til at fara avstað við landsliðnum um eina lítla viku. Jákup er framvegis so mikið vøddaskaddur í lærinum, at hann ikki hevur fingið vant saman við hinum í KÍ. Venjarin hevur gjørt av at bíða eitt sindur fyri at vita, um Jákup fer at koma fyri seg. Um tað ikki verður soleiðis, so skal ein annar málverji finnast, sum skal kappast við Jens Martin Knudsen.
Í úttøkuni hesa ferð tykist Henrik Larsen hava tikið til eftirtektar, at Jann Ingi Petersen og Hjalgrím Elttør tær seinastu vikurnar ikki hava verið á besta liðnum hjá Fremad Amager. Teir hava ikki fingið landsliðsboð. Einasti spælarin í Fremad Amager, sum er boðsendur, er Andrew av Fløtum.
Teir seytjan, sum í gjár fingu landsliðsboð, eru hesir: Jens Martin Knudsen, NSÍ, Óli Johannesen, TB, Atli Danielsen, KÍ, Súni Olsen, GÍ, Jónhard Frederiksberg, Skála, Pól Thorsteinsson, B36, John Petersen, B36, Kári Nielsen, HB, Heðin á Lakjuni, HB, Rógvi Jacobsen, HB, Jákup á Borg, HB, Fróði Benjaminsen, Fram, Julian Johnsson, ÍA, Andrew av Fløtum, Fremad Amager, Jón Rói Jacobsen, Frem, Johan Byrial Hansen, Horsens og Claus Bech Jørgensen, Coventry.
Landsliðið fer úr Vágum fyrrapartin týsdagin. Týskvøldið verður flogið úr Keypmannahavn og til London, og mikumorgunin verður farið úr Luton og suður á Kypros, har dystur verður annað leygarkvøld. Mikudagin í aðru viku skulu Føroyar spæla í Dublin.