Heðin aftur í EB/Streymi

Komandi kappingarár verður Heðin Askham aftur at síggja í Effodeildini. Tað er greitt, nú in.fo kann avdúka, at hann í kvøld hevur skrivað sáttmála við EB/Streym, sum somuleiðis verður aftur at síggja í Effodeildini.


Heðin Askham hevur áður staðið á odda fyri EB/Streymi. Hetta var frá seinnu helvt av kappingarárinum 2009 fram til og við kappingarárið 2012, tá ið tað eydnaðist honum at gerast meistari við felagnum.


56 ára gamli Heðin Askham hevur í ár havt frí frá fótbólti. Hann var seinast venjari hjá HB, har hann varð loystur úr starvi ímóti kappingarársenda í fjør. Hann hevur eisini verið venjari hjá B36 (2008) og NSÍ (2013).