Í dag vórðu nýggju maskinurnar hjá HDYGD í Vatnsoyrum royndarkoyrdar. Fýra mans frá danska felagnum JUNGET A/S hava í 14 dagar verið í Vatnsoyrum, fyri at seta maskinurnar upp. Í dag vóru tær so royndarkoyrdar, eftir nógvar fíninstillingar vóru allir væl nøgdir við úrslitið.
Talan er um maskinur, sum eru framleiddar í Italiu og Týsklandi, maskinurnar eru so uppbygdar og broyttar í Danmark, hetta eru fyrstu maskinunurnar, sum danska felagið hevur leverað til vindeygaframleiðslu.
Nýggju maskinurnar, sum eru teldustýrdar, koma at avloysa fleiri gamlar maskinur, har fleiri eru meira enn 30 ára gamlar.
Maskinurnar kunnu framleiða munandi meira enn tær gomlu maskinurnar framleiddu, tað er eisini tí at tær eru keyptar, greiddi Jóhan á Mýruni, sølustjóri á HDYGD frá.
Leveringstíðin hjá HDYGD hevur verið í longra lagi, serliga um sumrarnar, nú rokna teir við, at kunna levera vindeyguni 6 vikur eftir at tey eru bíløgd.










