Vatnsoyra Snikkaravirki og Føroya Gluggi hava fingið nýggjar eigarar Eitt partafelag við Jónberg og Jóhan á Mýrini og Poul Poulsen hevur keypt feløgini, sum saman kalla seg fyri HDYGD. Tað eru Vatnsoyra Snikkaravirki, sum framleiðir úr træ og Føroya Gluggi sum framleiðir úr plasti og móðurfelagi pf. 278.
Tað er Investment Banking deilidin hjá Kaupthing bank, sum hevur staðið fyri søluni.
Virksemi hjá Vatnsoyra Snikkaravirki byrjaði í 1968. Føroya Gluggi, sum byrjaði við plastframleiðslu í 1984, varð keypt av Vatnsoyra Snikkaravirki í 1990.
Feløgini fingu felags virkis- og vørunavnið HDYGD í 2005. Hetta navnið og búmerkið hóskar rættuliga væl og hevur sligið væl ígjøgnum.
Virksemið hjá HDYGD er í støðugum vøkstri. Føroya Gluggi hevur júst útbygt framleiðslubygning sín, so hølini eru tvífald so stór.
Íløtuni arbeiða 25 fólk á virkinum, og hesi hava øll fingið bjóða at halda fram í størvunum.