HD-sjónvarp er á veg út

Innan stutta kanst tú ikki keypa HD-sjónvarp - her er orsøkin

Menningin av nýggjari tøkni gongur við rúkandi ferð, og innan stutt tíð fer ikki at bera til at keypa sjónvarp í HD góðsku.



Orsøkin er, at nýggj tøkni er við at yvirhála HD. Nú eitur sjónvarpið Ultra HD, og á raðstevnu í Las Vegas í USA er boðskapurin, at HD er søga, og Ultra HD tekur yvir innan stutta tíð.


Berlingske skrivar, at í Danmark er sølan av Ultra HD nú tveir triðingar av allari sølu av sjónvarpum, og tað er bert spurningur um tið, áðrenn HD ikki verður selt longur. Í Fraklandi hava tey skift frá HD til Ultra HD.