HD-góðska á netinum

Nýggi Media Player hjá Adobe kann spæla filmir í munandi betri góðsku, enn teir spælarar, sum higar til hava verið til teldur Adobe hevur júst sent sín egna Media Player á marknaðin. Talan er um avspælara, sum kann spæla tónleik og filmir. Í mun til eitt nú Windows Media Player og Quictime kann nýggi spælarin tó vísa filmir í sonevndar HD-góðsku. Fyri at marknaðarføra nýggja spælaran hevur Adobe gjørt samstarvsavtalur við framleiðararnar av fleiri væl umtóktum sjónvarpssendirøðum. Eitt nú CSI, Big Brother og Twilight Zone, eins og samstarvsavtala eisini er gjørd við MTV.