HC Kvívík er navnið

Hondbóltsfelagið, sum Morten Hust Petersen og aðrir, hava tikið stig til, hevur fingið navnið HC Kvívík. Petersen segði við Rás2 fyri gott og væl tveimum vikum síðan, at teir eru nakrir, sum fegnir vilja spæla hondbólt, og tí er stigið tikið at stovna nýtt hondbóltsfelag.

Felagið fer fyrst bara at luttaka í triðbestu deildini hjá monnum. Ætlanin er at menna felagið í smáum, so ungdómslið og kvinnulið leggjast aftur at í framtíðini.

HC Kvívík fer at venja og spæla sínar heimadystir í Kollafirði.

Millum stigtakararnar eru Morten Hust Petersen, Súni Fríði Barbá og Claus A. Rasmussen.