HB vinnur aðru hvørja ferð

1. DEILD: Ímóti AB í Gundadali var tað mest sum avgjørt eftir ein hálvan tíma

Hóast tað síðstu ferðirnar hevur verið eitt sindur upp og niður hjá næstbesta HB liðnum, so er HB framvegis á triðja plássi í 1. deild.

Fýra tær seinastu ferðirnar hevur HB tapt, vunnið, tapt og aftur vunnið. Hesin síðsti sigurin var á ovara vølli í Gundadali ímóti teimum næstbestu hjá AB, sum noyddust út aftur á Argir við 3-0 tapi.

Støðan í hálvleikinum var 2-0. Dánjal Nolsøe Leifsson setti hol á longu í fimta minutti, og tá ið ein hálvur tími var farin, økti Ási Dam um munin til 2-0. Ási Dam varð tvífaldur málskjútti, tá ið hann í síðsta minutti staðfesti 3-0 sigurin.

HB er á triðja plássi við 30 stigum – tað eru fimm stig fram til NSÍ og tvey aftur til B68 – og AB er næstaftast við 11 stigum. Tað eru tvey stig aftur til FC Hoyvík, og tað eru 12 stig fram til KÍ og B71.

Fríggjadagin skal HB spæla á heimavølli ímóti B68, og AB skal spæla á útivølli ímóti FC Hoyvík.