HB vil stríðast til tað síðsta

Dómsnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur staðfest avgerðina hjá kappingarnevndini um, at HB skal koyrast úr steypakappingini. HB hevur longu kært úrskurðin til Ítróttardómstólin



Í gjár tók Dómsnevndin hjá Fótbóltssambandinum umsíðir avgerð í málinum um spæliloyvið hjá Páll Mohr Joensen í steypadystinum millum HB og VB/Sumba.
Dómsnevndin staðfestir avgerðina hjá kappingarnevndini um, at HB skal koyrast úr steypakappingini, tí spæliloyvið hjá einum HB-spælara var ikki í lagi til dystin.
Tað eru nærum 90 dagar gingnir, síðani teir 90 minuttirnir á vøllinum vórðu spældir, og enn er málið ikki heilt liðugt.
- Vit halda, at HB hevur verið fyri mismuni í hesum málinum, og vit hava longu kært dómin inn fyri Ítróttardómstólin, sigur Hallur Danielsen, formaður í P/F Havnar Fótbólti.
 
HB vónar framvegis
Eftir at Dómsnevndin hjá FSF staðfesti úrskurðin hjá kappingarnevndini, er tað VB/Sumba, sum skal spæla fjórðingsfinalu ímóti EB/Streymi í kappingini um Løgmanssteypið. Enn hevur kappingarnevndin ikki ásett, nær dysturin skal spælast, men tað skal gerast innan stutta tíð, tí hálvfinalurnar eru farnar at nærkast.
Ítróttardómstólurin skal eisini taka eina skjóta avgerð, so at seinasta fjórðingsfinalan kann avgreiðast.
Í HB vóna tey framvegis, at felagið sleppur at spæla dystin.
- Vit eru av órøttum blakaðir út úr steypakappingini. Vit hava víst á, at vit lótu øll neyðug skjøl inn til FSF, og tí hava vit einki skeivt gjørt. Hinvegin vísir minnilutin í Dómsnevndini á, at skilið kanska ikki er so gott í FSF, og tað kann eisini hugsast, at FSF hevur gjørt eitt mistak í málinum, sigur Hallur Danielsen, formaður í P/F Havnar Fótbólti.