Fótbóltur
Við sigrinum við Margáir skapti ÍF mest óvæntaða úrslitið seinasta vikuskiftið. Sigurin ber við sær, at fuglfirðingar so at siga eru tryggir í Formula-deildini, men enn resta kanska eitt ella tvey stig í, áðrenn teir kunnu kenna seg heilt vísar.
Og við sjálvsálitinum, sum dysturin við Margáir gav, er einki at ivast í, at fuglfirðingarnir ætla sær stig aftur hesaferð. Tað verður tó uttan leikbannað Jonn Thomsen, at hetta skal gerast, og tí er spurningurin, hvøn Albert Ellefsen velur at para saman við Bartali Eliasen í miðverjuni til dystin.
Hjá HB kom tað illa við, at teir taptu á Toftum, júst sum fólk hildu, at liðið veruliga var um at koma fyri seg.
Tí er málið hesa ferð at fáa liðið aftur á beint, og til uppgávuna hava venjararnir allar mans tøkar. Og við einum somikið væl mannaðum hópi, sum tann hjá HB er, gevur tað venjarunum ein luksus-trupulleika, tá veljast skal ímillum, hvør skal á beinkin, og hvør møguliga als ikki skal við í hópin til dystin.