HB viðhaldsfólk til Wales

Hósdagin 14. juli spælir HB á útivølli í Conference League ímóti walisiska liðnum Newtown AFC, og í hesum sambandi skipa tey fyri túri fyri viðhaldsfólk til Wales.

 

Flogið verður úr Føroyum og til Liverpool í Onglandi, har gist verður í tvær nætur. Skráin sær soleiðis út:

▪️ Fráferð úr Vágum til Liverpool 12. juli kl. 03:45.

▪️ Gisting í Liverpool, har møguleiki verður at taka sær av løttum, og njóta tað, sum Liverpool býur hevur at bjóða

▪️ Á dystardegnum, 14. juli, verður farið við bussi yvir um markið til Wales, har vit skulu spæla ímóti Newtown FC

▪️ Heimferð beint eftir dystin.

Kostnaður fyri túrin er 6.500,- kr. íroknað flogferð Vágar - Liverpool t/r, gisting í tvær nætur á hotel í Liverpool, bussur úr Liverpool til Newtown t/r.

Freistin er hósdagin 16. juni kl. 12. Tekna teg við at senda teldupost til hb@hb.fo. Tekningin er bindandi.