HB við enn einum útlendingi

Ein spælari úr Liberia skal royndarvenja við HB hesa vikuna.

Ein partur av Ítróttarsosialinum, sum kom á gøtuna í dag.

HB heldur fram við at leita sær eftir styrki í útlandinum. Eftir royndarvenjing varð Sebastian Janik sendur heimaftur til Póllands uttan sáttmála, men hesa vikuna royndarvenja tveir aðrir útlendingar við felagnum í høvuðsstaðnum.

Sum in.fo áður hevur skrivað um, so kemur Milan Peric úr Serbia at royndarvenja við HB. Upprunaliga skuldi hann koma í síðstu viku, men hetta var útsett, soleiðis at hann heldur venur við hesa vikuna.

Tað ger Patrick Toh úr Liberia eisini. Hann hevur seinast roynt seg í Danmark, har hann spældi við danmarksseriuliðnum hjá AaB. Meiri er at lesa um hann í Ítróttarsosialinum í dag, har viðmerking eisini er frá HB-venjaranum, Jan Dam.

Í Ítróttarsosialinum í dag ber eisini til at lesa um eitt nú tey mongu metini, sum føroyskir íðkarar innan frælsan ítrótt settu í Reykjavík um vikuskiftið. Teir fimm skjótu spurningarnar hesaferð fær ein av nýklaktu steypafinalistunum hjá H71, Ári E. Dam.