HB við sjey míla ferð

Ein triðingur er lagdur afturum av 2013 landskappingini í fótbólti. 9. umfar var í dag, og við sannførandi 3-0 heimasigri ímóti TB staðfesti HB so rudduliga oddasessin og kósina ímóti FM heitinum. Toppliðið er nú sjey stig frammanfyri KÍ, sum er næstfremst. HB hevur ikki tapt enn.

 

Sjey sigrar og tveir javnleikir bera so greiða oddastøðu við sær, at tað í løtuni er ilt at síggja, at nakar verður førur fyri at bjóða av í kappingini um FM. Hóast tølini siga, at sigurin á TB var sannførandi, so vóru tvøramenn við til at mynda gott undirhald, og tað var ikki so undarligt, at TB legan kendi, at teir ikki høvdu havt marginalirna við sær.

 

Meistaraliðið frá í fjør, EB/Streymur, hevur verið lítið sannførandi fyrsta partin av kappingini, men nú tykist tað sum um, at teir í Sundalagnum eru vaknaðir. Eftir 6-0 heimasigur á AB og sigur í steypakappingini á útivølli ímóti HB, megnaði EB/Streymur í dag 4-1 heimasigur á B36, sum ikki hevði marginalirnar á sínari síðu.

 

Fuglfirðingar megnaðu enn eina ferð at venda hóttandi stórtapi til javnleik. Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, og máltalvan vísti 3-3 í Fuglafirði, var tað týðuligt, at tað var heimaliðið, sum hevði vunnið eitt stig, meðan teir í NSÍ kendu tað soleiðis, at teir høvdu tapt tvey stig. Tað var ikki so undarligt, tí eftir 1-0 hálvleiksleiðslu økti NSÍ eftir lítlari løtu miðskeiðis í 2. hálvleiki til 3-0.

 

Í botninum broyttist støðan einki, tí úrslitið í Sørvági, har AB vitjaði, varð 1-1.

Fríggjakvøldið var úrslitið millum Víking og KÍ 1-1.

 

ÍF-NSÍ 3-3 (0-1)

0-1: Andy Olsen 28.

0-2: Andy Olsen 64.

0-3: Árni Frederiksberg 67.

1-3: Høgni Madsen 74.

2-3: Bartal Eliasen 76.

3-3: Clayton Soares 90.+3

Dómari: Petur Reinert

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Hanus Thorleifsson (Aleksandar Jovevic, 90.), Heri Nesá, Høgni Madsen (Jákup Johansen, 90.), Ari Ó. Ellingsgaard (Poul Nolsøe Mikkelsen, 81.) - Øssur Dalbúð, Clayton Soares

Gult kort: Hanus Thorleifsson, Høgni Madsen, Ari Ó. Ellingsgaard

NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv – Magnus Olsen, Árni Frederiksberg, Andrass Frederiksberg (Betuel Hansen, 75.) – Jann Martin Mortensen (Andrias á Líknargøtu, 90.), Klæmint A. Olsen, Andy Olsen.

Gult kort: Pól Jóhannus Justinussen, Jens Joensen

 

EB/Streymur-B36 4-1 (1-1)

0-1: sjálvmál 5.

1-1: Leif Niclasen 38.

2-1: Leif Niclasen 52.

3-1: Hans Pauli Samuelsen 63.

4-1: Levi Hanssen 89

Dómari: Lars Müller

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Rógvi Egilstoft Nielsen – Pætur Dam Jacobsen, Gunnar Zachariasen (Niels Pauli Danielsen, 77.), Arnar Dam - Levi Hanssen (Hanus Olsen, 90.), Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen

Gult kort: Egil á Bø

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Martin Pedersen (Rasmus Dan Sørensen, 75.), Hørður Askham, Símun Joensen (Benjamin Heinesen, 75.) – Jákup á Borg (Lukasz Cieslewicz, 64.),Róaldur Jacobsen, Robert Heðin Brockie, Gilli Sørensen - Súni Olsen - Radishina Lawal, .

Gult kort: Símun Joensen, Lukasz Cieslewicz

 

HB-TB 3-0 (2-0)

1-0: Andrew av Fløtum 1.

2-0: Christian R. Mouritsen 11.

3-0: Kristin R. Mouritsen 55.

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Heini Vatnsdal (Bartal Wardum, 89.), Kristin R. Mouritsen (Tróndur Jensen, 71.), Fróði Benjaminsen - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Símun E. Samuelsen, Andrew av Fløtum (Bárður J. Heinesen, 77.)

Gult kort: Heini Vatnsdal, Bárður Johnson Heinesen

TB: Ivan Stojkovic -Teitur Olsen, Óli Johannensen, Babacar Ndior,Teitur W. Justinussen - Aron Sørensen (Dan Mortensen, 61.), Ndende Adama Guéye, Martin Tausen, Rógvi Joensen - Nicholas Ferenc Deverdics, Poul Ingason (Hjalti Vestergaard, 71.)

Gult kort: Babacar Ndiour, Ndende Adama Guéye

 

07Vestur-AB 1-1 (0-1)

0-1: Rógvi Poulsen 42.

1-1: Gunleif Olsen 52.

Dómari: Ransin N. Djurhuus

07Vestur: Andras Gango – Torstein Mýlingstind (Petur G. Dalbø, 48.), Tehé Aristide, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen – Evrard Blé, Jovan Radinovic-Panic, Eli Falkvard Nielsen (Jákup S. Olsen, 81.) - Tór-Ingar Akselsen, Ibrahima Camara, Holgar Durhuus

Gult kort: Torstein Mýlingstind

AB: Símun Rógvi Hansen – Martin Midjord, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen (Leivur Holm Joensen, 72.) – Mikkjal Hentze, Jobin Drangastein, Gert Drangastein – Jónas Stenberg, Ahmed Keita (Bjartur Kjærbo, 53.), Rógvi Poulsen

Gult kort: Jobin Drangastein, Gert Drangastein, Martin Midjord, Rói Danielsen

Reytt kort: Jobin Drangastein 51. (2 gul)

 

Fríggjakvøldið

Víkingur-KÍ 1-1 (1-0)

1-0: Filip Djordjevic 42.

1-1: Páll A. Klettskarð 63.

Dómari: Dagfinn Forná

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Jann Ingi Petersen (Niclas Niclassen, 45.), Filip Djordjevic, Hans Jørgen Djurhuus (André Olsen, 30.) - Hjartvard Hansen (Heðin Hansen, 79.), Finnur Justinussen, Kaj Leo í Bartalsstovu

Gult kort: André Olsen, Niclas Niclassen

KÍ: Meinhard Joensen – Gunnar Christiansen, Jógvan Isaksen, Oddmar Marsten, Heðin á Lakjuni – Atli Danielsen, Hjalgrím Elttør, Ivan Joensen – Álvur F. Christianen (Ísak Simonsen, 43.), Páll A. Klettskarð, Johan Jacobsen

Gult kort: Ivan Joensen, Ísak Simonsen, Henry Heinesen

Reytt kort: Ivan Joensen 50. (2 gul)

 

Støðan eftir 9 umfør

HB 23 stig

KÍ 16 stig

Víkingur 14 stig

ÍF 13 stig

NSÍ 12 stig

EB/Streymur 11 stig

B36 11 stig

TB 10 stig

07Vestur 7 stig

AB 2 stig

 

10. umfar

Leygardagin 18. mai

AB-ÍF

Mánadagin 20. mai (2. hvítusunnudag)

B36-HB

NSÍ-Víkingur

07Vestur-EB/Streymur

TB-KÍ

 

-----

 

LIÐUGT

4-1

Eftir fríspæling frá Súna Olsen royndi Rasmus Dan Sørensen seg, og tað var síðsta sparkið í Streymnesi í dag, har EB/Streymur vann 4-1 á B36.

 

Hanus Olsen er komin inn á EB/Streyma liðið í staðin fyri Levi Hanssen.

 

90) 4-1: Levi Hanssen 90.

Talan verður um sannførandi heimasigur við Margáir. Innskifti Niels Pauli Danielsen átti uppleggið, tá ið hann sneiddi framvið fleiri, og í staðin fyri at royna sjálvur ímóti málinum, so trillaði hann bóltin upp á tvørs til Levi Hanssen, ið hevði opið mál, tá ið hann setti bóltin í málið.

 

85) 3-1

B36 roynir at søkja at, og Gilli Sørensen hevur verið í góðari støðu í høgru, men René Tórgarð bjargaði. EB/Streymur hevur ikki serligan hug at leypa á, og hjá B36 er alneyðugt at leypa á.

 

80) 3-1

B36 hevur ikki marginalirnar á sínari síðu. Súni Olsen hevur roynt seg við fínum frísparki. Bólturin fór framvið René Tórgarð í EB/Streyma málinum, men ólukkutíð fyri B36 so brast hann í stólpan og út aftur!

 

75) 3-1

Niels Pauli Danielsen er komin inn á EB/Streyma miðvøllin í staðin fyri Gunnar Zachariasen.

Benjamin Heinesen og Rasmus Dan Sørensen eru komnir inn á B36 liðið í staðin fyri Martin Petersen og Símun Joensen.

 

70) 3-1

Lukasz Cieslewicz er komin inn á B36 liðið í staðin fyri Jákup á Borg, og Lukasz hevur longu sæð gula kortið. Dómarin metti, at hann hevði roynt at filma seg til brotsspark.

 

65) 3-1: Hans Pauli Samuelsen 63.

Alt bendir á heimasigur norðuri í Streymnesi. Eftir at B36 eina løtu var tætt við fleiri ferðir, so svaraði EB/Streymur aftur. Hans Pauli Samuelsen smekkaði fríspark úr stórari fjarstøðu í málið!

 

55) 2-1: Leif Niclasen 54.

Tað er púra vent upp og niður norðuri við Margáir. EB/Streymur hevur havt stóra leikliga yvirvág tað hava verið fleiri spentar støður frammanfyri málið hjá Tórði Thomsen, og Leif Niclasen hevur enn eina ferð skorað.

 

46) 1-1

Heimaliðið roynir beinanvegin at leggja trýst á, men undanvindurin tykist órógva nógv. B36 leggur størsta dentin á verjupartin og á at dúva upp á skjót álop.

 

HÁLVLEIKUR

1-1

Heimaliðilð hevur tikið yvir, og B36 hevur innrættað seg at spæla upp á snarálop.

 

45) 1-1

 

40) 1-1: Leif Niclasen 38.

Heimaliðið við Margáir hevur svarað aftur. Eftir innlegg frá Gert Hansen úr høgru var miðframherjin fyrri á bóltinum enn B36 málverjin, og bólturin endaði í B36 málinum.

Egil á Bø hjá heimaliðnum hevur sæð gula kortið.

 

 

30) 0-1

Talan er fyri tað mesta um tómgongd. Bæði liðini vísa vilja at søkja at, men tað gongur illa at tiltuska sær upplagdar málmøguleikar.

 

15) 0-1

Tað gongur javnt á við Margáir. Tað er farið at regna, og lotið er frískt. B36 hevur vindin undan í 1. hálvleiki.

 

10) 0-1: sjálvmál 7.

B36 hevur lagt seg á odda. Gilli Sørensen sneiddi í vinstru framvið Gert Hansen og legði innfyri, og miðverjin Marni Djurhuus var so óheppin at leggja bóltin í sítt egna mál.

 

EB/Streymur-B36: kl. 15.00

Dómari: Lars Müller

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Rógvi Egilstoft Nielsen – Pætur Dam Jacobsen, Gunnar Zachariasen, Arnar Dam - Levi Hanssen, Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Martin Pedersen, Hørður Askham, Símun Joensen – Róaldur Jacobsen, Robert Heðin Brockie, Súni Olsen - Jákup á Borg, Radishina Lawal, Gilli Sørensen

 

----

 

LIÐUGT

3-3

 

90) 3-3: Clayton Soares 90.+4

Tá ið ÍF eigur heimavøll, so eigur heimaliðið ikki at vera avskrivað, hóast fuglfirðingar eru langt aftanfyri, og tað ikki er so nógv tíð eftir.

Síðstu løtuna var heimatrýstið øgiligt, og tað eydnaðist ÍF av javna. Eftir langa framlegging varð Clayton Soares leysur, og hann setti bóltin í málið. So bríkslaði dómarin fyri síðstu ferð!

 

 

 

75) 2-3: Bartal Eliasen 75

Fyri stuttum mengaði ÍF at venda 0-3 til 3-3 ímóti KÍ. Nú tykist tað sum um, at fuglfirðingar ætla sær at endurtaka tað avrikið. Miðverjin Bartal Eliasen hevur minkað um munin, og tað er øgiligur spenningur í Fuglafirði.

 

 

70) 1-3: Høgni Madsen

ÍF tykist hava fingið eitt sindur av móti aftur, eftir at miðvallarin Høgni Madsen hevur minkað um munin.

 

55) 0-1

Aleksandar Jovevic er komin inn á ÍF miðvøllin í staðin fyri Hanus Thorleifsson. ÍF hevur havt betri tak á spælinum enn undan steðginum, men tað hevur ikki eydnast at umseta spælið til mál.

 

HÁLVLEIKUR

0-1

Støðan er framvegis 1-0 til NSÍ, sum hevur verið eitt vet omaná. Tað regnar illa í Fuglafirði. Fótbóltslíkindini eru annars hampulig hjá spælarunum, meðan tað kennist meiri ótespuligt hjá áskoðarunum.

 

45) 0-1

30) 0-1: Andy Olsen

So hevur NSÍ lagt seg framum í Fuglafirði. Andy Olsen skoraði úr stuttari fjarstøðu. Einar Tróndargjógv kastaði langt inn úr vinstru, miðverjin Pól Jóhannus Justinussen snittaði bóltin inn undir málið, og har vísti Andy Olsen, at máltevinum einki bilar.

 

 

15) 0-0

Tað er framvegis málleyst í Fuglafirði. Talan hevur ikki enn verið um upplagdar málmøguleikar. Clayton Soares er í ÍF álopinum saman við Øssuri Dalbúð.

 

 

ÍF-NSÍ kl. 15.00

Dómari: Petur Reinert

ÍF: Jákup Mikkelsen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Høgni Zachariassen, Jan Ó. Ellingsgaard – Hanus Thorleifsson, Heri Nesá, Høgni Madsen, Ari Ó. Ellingsgaard - Øssur Dalbúð, Clayton Soares

NSÍ: Kristian Joensen – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Pól Jóhannus Justinussen, Einar Tróndargjógv – Magnus Olsen, Árni Frederiksberg, Andrass Frederiksberg – Jann Martin Mortensen, Klæmint A. Olsen, Andy Olsen

 

----

 

LIÐUGT

3-0

 

70) 3-0

Alt kennist vera avgjørt í Gundadali.

 

 

55) 3-0: Kristin R. Mouritsen

Spurningurin tykist nú bara vera, hvussu stórur heimasigurin fer at verða. TB roynir framvegis at leypa á, og Teitur M. Gestsson hevur onkra ferðina bjargað til horna, men tað er nógv meiri tyngd og broddur í hjá heimaliðnum.

 

HÁLVLEIKUR

2-0

 

45) 2-0

 

Tað hevur verið sera lívligt í Gundadali, og tað hevur verið søkt at í báðum endum. Talan hevur verið um stórar málmøguleikar, men tað hevur ikki eydnast at skjóta mál, síðani HB í handavend beinanvegin legði seg framum 2-0.

 

10) 2-0: Christian R. Mouritsen 10.

Tað gongur við fúkandi ferð hjá toppliðnum HB, sum nú hevur økt um leiðsluna og er frammanfyri 2-0. Álopsspælarin í høgru Christian R. Mouritsen skoraði.

 

5) 1-0: Andrew av Fløtum 1.

Fyrsta løtan hevur verið lívlig. Eftir gott uppspæl í vinstru og innlegg hevur Andrew av Fløtum úr stuttari fjarstøðu lagt heimalliðið framum. Lítla løtu seinni var um reppið, at TB javnaði eftir horna, men heimaliðið bjargaði á strikuni!

 

 

HB-TB kl. 15.00

Dómari: Eiler Rasmussen

HB: Teitur M. Gestsson - Jógvan Rói Davidsen, Gunnar Haraldsen, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos - Heini Vatnsdal, Kristin R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen - Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Símun E. Samuelsen, Andrew av Fløtum

TB: Ivan Stojkovic -Teitur W. Justinussen, Óli Johannensen, Babacar Ndior, Teitur Olsen - Aron Sørensen, Ndende Adama Guéye, Martin Tausen, Rógvi Joensen - Nicholas Ferenc Deverdics, Poul Ingason

 

----

 

LIÐUGT

1-1

 

75) 1-1

Hóast argjamenn eru undirmannaðir, so hava teir ikki lagt seg aftarlaga fyri at verja javnleikin. Heldur enn heimaliðið eru tað gestirnir, sum hava hug at leypa á.

 

 

55) 1-1: Gunleif Olsen 52.

AB mótbrekkan er vorðin tung. Gunleif Olsen hevur eitt sindur úr vinstru og úr 20 metrum smekkað bóltin upp í handara málhornið. Hetta var eftir fríspark og út frá aftur. Í sambandi við frísparkið sá Jobin Drangastein gula kortið fyri aðru ferð og harvið reyða kortið, so nú er AB undirmannað!

 

 

HÁLVLEIKUR

0-1

 

40) 0-1: Rógvi Poulsen

AB hevur lagt seg á odda í Sørvági. Eftir frísparksinnlegg úr vinstru og aftur um handara stólpan, varð bólturin snaraður útfrá, og har stóð Rógvi Poulsen, sum smekkaði bóltin í málið aftanfyri Andras Gango.

 

30) 0-0

 

Stríðið er nógv, og nærdystirnir tættar, men tað gongur illa hjá liðunum at spæla seg til upplagdar málmøguleikar.

 

15) 0-0

 

Tað gongur javnt á. Ferðin er høg, men skipað fótbóltsspæl hevur tað ikki verið so nógv at sæð til. Tað smáregnar, men lotið darvar ikki stórvegis.

 

07Vestur-AB kl. 15.00

Dómari: Ransin N. Djurhuus

07Vestur: Andras Gango – Torstein Mýlingstind, Tehé Aristide, Emil Mikkelsen, Gunleif Olsen – Evrard Blé, Jovan Radinovic-Panic, Eli Falkvard Nielsen - Tór-Ingar Akselsen, Ibrahima Camara, Holgar Durhuus

AB: Símun Rógvi Hansen – Martin Midjord, Morten Overgaard, Rói Danielsen, Beinir Ellefsen – Mikkjal Hentze, Jobin Drangastein, Gert Drangastein – Jónas Stenberg, Keita, Rógvi Poulsen

 

----

 

9. umfart í EFFO deildini er á skránni í dag. Fýra dystir eru á skránni, og fyrsta bríkslið í teimum øllum er klokkan 15.00. Fyrsti dysturin var spældur fríggjakvøldið í Gøtu, har úrslitið millum Víking og KÍ var 1-1. Líkindini at spæla fótbólt eru góð.