HB við nýggjari manning

HB hevur mist tveir landsliðsleikarar í steðginum, og Víkingar hava tapt báðar dystirnar, teir hava spælt í Gundadali higartil í ár

Tað gekk væl hjá nýggja eysturoyarliðnum áðrenn summarsteðgin. Tríggir sigrar á rað høvdu við sær, at felagið kundi halda feriu á einum fjórða plássi – bert trý stig frá øðrum plássi. Hinvegin hevur felagið tapt tilsamans seks stig, tá teir hava verið í Gundadali í ár. Tvær ferðir hava teir vitja í høvuðsstaðnum, og báðar ferðir hevur liðið tapt. Mótstøðuliðið hevur tá verið B36. Hesaferð eitur tað HB. Enn er ov tíðliga at tosa um eitt Gundadal kompleks hjá Víkingi, men ein sannroynd er, at siðvenjan hjá gamla GÍ-liðnum var nakað betri enn tað, Víkingur higartil hevur víst móti høvuðsstaðarfeløgunum.


Erling Jacobsen verður við

– Hetta er eitt nýtt lið og eitt nýtt felag, vit eru við at byggja upp, men sjálvandi fara vit eftir trimum stigum, sigur Anton Skoradal fullgreiður um, at uppgávan í annaðkvøld verður trupul.

Tí kemur tað væl við, at hann hevur so at siga alt fólki tókt. Sverri Jacobsen er langtíðarskaddur, men allir hinir sum hava vant við seinastu tíðina, eru tøkir. Eisini Erling Jacobsen, sum annars umboðar FC Amager, er partur av hópinum. Hann er heima í summarfrí og verður eisini við til dystin sunnudagin, men so fer hann av landinum aftur.


Broytt HB lið

Í sigursvanda høvuðsstaðarfelagnum hevur verið stór útskifting í steðginum. Christian Høgni Jacobsen er skiftur til AB í Danmark, meðan Jákup á Borg og Tróndur Vatnhamar tørna nú til fyri B36.

Hinvegin hevur HB fingið nógv, gott og ungt fólk í steðginum. Brøðurnir Mouritsen, Johan Ejvind og Christian, eru komnir til, umframt at Hendrik Rubbeksen er tøkur aftur. Rókur av Fløtum Jespersen er komin aftur úr Danmark, og Svenn F. Nolsøe skiftur til barndómsfelagið aftur frá B36.

Stórar útskiftingar, sum koma at merkja liðið, viðgongur Rúni Nolsøe, venjari hjá HB. – Útskiftingarnar í hópinum leggja upp til broytingar, sigur hann, men vil ikki koma nærri inn á, hvussu hetta fer at merkja liðið.

Hann veit heldur ikki heilt enn, um hann kann rokna við øllum monnum. Hetta tí, at Johan Ejvind Mouritsen, sum er komin aftur úr TB, har hann hevur gjørt seg til toppskjútta í 1. deild, hevur trupulleikar við rygginum.