P/f Havnar Fótbóltur skrivar:
23 ára gamli Poul Thomas hevur, hóast sín unga aldur, verið fastur fúsur á fyrsta liðnum síðan 2006. Verður árið í fjør talt við, eigur hann longu 3 FM heitið. Tíverri var hann skaddur alt kappingarárið 2010 og kennist hesin sáttmálin tí eins og vit hava fingið ein nýggjan leikara í hópin. Poul Thomas roynist væl flesta staðni á vøllinum, men vit kenna hann best á vinstra bakki. Gávaði og klóki verjuleikarin hevur harumframt eitt frálíkt langskot, sum vit tíverri bara síggja alt ov lítið til. Vónandi verður betur í komandi ári. Vit vilja ynskja Poul Thomas og okkum øllum hjartaliga til lukku við sáttmálanum, væl afturkomin og vit gleða okkum at síggja teg í frálíku reyð/svørtu blusuni í komandi ári.