UNGLINGAR
Mikukvøldið vann HB sær pláss í unglingafinaluni. Í tættari og spennandi uppgerð vann HB 2-1 á B36. Í ár er bara talan um eina hálvfinalu. Hvat mótstøðuliðið hjá HB fer at verða í unglingafinaluni fæst at vita í kvøld. Tá skulu NSÍ og KÍ telvast í Runavík. Sambært kappingarskipanini verður finalan á uttanveltaðum vølli mikudagin 28. september, og tá fer eisini á uttanveltaðum vølli at verða spælt um bronsukrónurnar. Í tí uppgerðini fer B36 at spæla móti liðnum, sum fer at liggja undir í Runavík í kvøld.
Mikukvøldið var tað B36, sum hevði bóltin mest, men tað var HB, sum fekk tvey tey fyrstu málini. Í 27. minutti var tað nýggi 1. liðsspælarin Svenn Jacobsen, sum skoraði aftaná hornasparksinnlegg, og í 68. minutti var 1. liðsspælarin hjá B36, Levi Hanssen, so óheppin at gera sjálvmál, eftir at B36 leingi hevði stríðst fyri at javna.
Fýra minuttir undan leikloki eydnaðist tað Levi Hanssen at gera mál í rætta endanum, tá ið hann sendi fríspark í kassan. So spenti B36 uppaftur meiri í fyri at fáa útjavnandi málið og harvið longda leiktíð, men tað eydnaðist ikki.
Í síðstu løtu sá Thomas Hans Rubeksen, sum er partur av besta B36 liðnum, reytt. Tað ber við sær, at hann verður leikbannaður sunnudagin, tá ið B36 fer at fáa vitjan av ÍF.
Páll Augustinussen var dómari í Gundadali, og í kvøld verður tað Petur Reinert, sum fer at halda skil á hálvfinalu uppgerðini millum NSÍ og KÍ.