Lars Olsen bleiv í dag uppsagdur í Esbjerg fb, sum stríðist fyri yvirliving í Superliguni. Tað er eitt starv, sum venjarin hjá HB, Jens Berthel Askou, var nær við at fáa, tá Lars Olsen tók við í 2019. Tí hevur hann verið settur í samband við starvið, sum eitt nú bolt.fo hevur skrivað í dag.
Jens Berthel Askou hevur sáttmála við HB í hálvt annað ár afturat, men tað er ósannlíkt at HB stendur í vegin, um ein slíkur møguleiki skuldi komið til venjaran. Sambært Tipsblaðnum, so hava tey í HB ikki nakað at ræðast fyribils.
Tipsblaðið hevur trý boð upp á nýggja venjara í Esbjerg fb, men Jens Berthel Askou er ikki ein av teimum. Talan er um Claus Nørgaard, Lars "Lungi" Sørensen og Olafur Kristjansson.