Tað hevur ikki borið okkum til at fáa váttað boðini um uppsøgnina frá leiðsluni í HB, men tað skuldi tó verið púrasta vist.
2-0 tapið fyri B36 í gjárkvøldið gjørdist eftir øllum at døma seinasti dysturin, har venjarin hjá HB æt Krzyzstof Popczynski. Meistararnir høvdu við einum styrktum liði avgjørdar ætlanir um at endurvinna gullið í ár, men óstøðug úrslit hava higartil sent teir átta stig aftur um NSÍ. Og vinna runavíkingarnir sín dyst um vikuskiftið, verður munurin ellivu stig.
Ivaleyst er tað hetta, sum ikki hevur smakkað HB-leiðsluni. Hvørki Birgir Enghamar, formaður í HB, ella Steinfinnur Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur, hava verið at hitt í morgun.