HB-venjarin skjótt settur

Hóast roknað varð við, at HB longu mánadagin skuldi seta venjara, so er hesin enn ikki settur.

Ljóðað hevur, at Kári Nielsen skuldi verða nýggjur venjari, men tað tykist óvist í løtuni. – Allir møguleikar eru enn opnir, men viðvíkjandi Kára, so hevur hann eisini sáttmála við H71, sum hann skal venja. Men vit vóna, at spurningurin er greiddur undan vikuskiftinum, tá spælararnir aftur fara undir venjingina, sigur Steinfinn Mittelstein, stjóri í P/F Havnar Fótbóltur.