HB venjarin ásannar at FM er á veg til Klaksvíkar

KÍ venjarin ásannar, at tað stendur væl til, men hann undirstrikar, at tað nú ræður um hjá hansara monnum at hava fokus á sunnudegnum

Tað er ein ógvuliga fegin KÍ venjarin, sum eftir síðsta bríksl hitti Trónd Arge, sum segði frá toppdystinum á FM1:

 

-Vit vunnu síðst ímóti Víkingi, og í kvøld vunnu vit ímóti HB. Hetta eru teir báðir størstu avbjóðararnir hjá okkum í FM stríðnum. Tí sigur tað seg sjálvt, at støðan hjá okkum er heilt góð, og tað skal ganga nógv øðrvísi tað, sum er eftir at kappingini, enn tað hevur gjørt higartil, um vit ikki skulu vinna FM. Men tað er neyðugt hjá okkum at halda fokus á rætta stað, og tað duga spælararnir væl. Vit høvdu meiri tíð at fyrireika okkum til henda dystin, enn HB hevur havt, tí HB hevur verið í Europa. Vit hava fyrireikað okkum sera væl – bæði á vøllinum og frammanfyri taktiktalvuni – og tað sást væl á vøllinum í kvøld, tí spælararnir vístu aftur og aftur, at teir dugdu at fáa nyttu úr tí, sum vit hava vant, sigur væl nøgdi KÍ venjarin.

 

HB venjarin ásannar, at nú er spenningurin um FM burtur:

 

-Vit kunnu ikki siga annað, enn at KÍ var greitt omaná. Tað var í fyrra hálvleiki, at vit taptu dystin, tí tá var KÍ væl betur, enn vit vóru. Tá spældu vit ikki væl, men eftir steðgin var talan um meiri javna uppgerð. Nú snýr tað seg um hjá okkum at standa okkum so væl í landskappingini, sum tað ber til, og so er hava vit steypakappingina at hugsa um. Har hava vit møguleika at vinna gull, og tað ætla vit okkum at gera, sigur Kevin Schindler HB venjari.

 

18162069650
Víkingur181242371740
HB161033501233
B3618873321731
NSÍ19856332829
B68185310224618
07 Vestur185211235517
EB/Streymur174310153315
ÍF173311174312
TB1702158492

 

Sunnudagin 22. august

 

KÍ – TB

 

ÍF – 07 Vestur

 

Víkingur - HB

 

NSÍ – EB/Streymur

 

B36 – B68