Leygarkvøldið 23. oktober var so tann nógv umtalaða HB-veitslan í Ítróttarhøllini á Hálsi, har yvir túsund fólk vóru komin í 100 ára føðingardag hjá fótbóltsfelagnum
Ein av størstu veitslunum, sum nakrantíð er hildin í Føroyum, var HB-veitslan seinasta leygarkvøld. Meira enn túsund fólk sótu til borðs, meðan røður og undirhald varð á pallinum. Rasmus Magnussen var orðstýrari.
Birgir Enghamar, formaður í HB, beyð teimum meira enn túsund fólkunum, sum vóru komin í 100 ára føðingardagin, at vera vælkomin.
Næsti røðari var Jóannes Eidesgaard løgmaður, hann segði m.a., at tað var honum ein heiður sum løgmaður og verji hjá ítróttininum at bera HB eina kvøðu hetta hátíðarkvøld, har fólk so mannsterk høvdu sett hvørjum øðrum stevnu at heilsa sínum ítróttarfelag. "Tit kunnu í orðsins sanna týdningi frøast, nú HB er eina øld gamalt, og tit enn einaferð hava vunnið sum ongantíð fyrr. Vit eru mong, sum hava stóra virðing fyri HB. Hetta felagið, sum er tað mest sigursvanda í landinum, er tí gjarna altíð favorittur, og sum øll onnur feløg síggja ein serligan heiður í at vinna á, hóast tað sjáldan eydnast", segði Jóannes Eidesgaard, løgmaður.
Í røðu síni segði Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, m.a. at tey fýra árini hann hevði verið borgarstjóri, hevði hann tríggjar ferðir verið við til et heiðra HB sum føroyameistarar. Síðan handaði hann HB ein kekk upp á 100.000 krónur frá Tórshavnar Býráð.
Eftir borgarstjóran hevði ein av trúgvu HB viðhaldsfólkunum, Øssur Gudmundsson, orðið. Hann endaði sína røðu við at biða øll reisa seg og rópa eitt trífalt hurrá fyri HB.
ÍSF forsetin Heðin Mortensen vísti í síni røðu á, at ein vinnarahugburður altíð hevði eyðkent HB og formaðurin í Fótbóltssambandinum, Óli Holm, segði, at HB hevði havt ómetaliga stóran týdning fyri føroyskan fótbólt sum heild.
Gestarøðari hetta kvøldið var Jógvan Fríðriksson, prestur. Hann helt eina sera undirhaldandi røðu og vísti m.a. á at fólbóltsfelagið í hansara sókn, Skála, hevði megnað at vunnið á HB í ár.
Eftir at røðurnar vóru hildnar, var undirhald á skránni við Jákupi Veyhe og Sjúrða Skaale, og brøðurnir Jógvan og Magni Arge, útvarpaðu ein fótbóltsdyst millum HB og Liverpool, har HB vann 2-1.
Eftir at borðhaldið endaði á midnátt, spældu Showmenn til dans.