TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr dagsins "Fótbóltspanel", sum var á Rás2. Tróndur Arge var vertur, og Heri Simonsen var tøkningur og medvertur.
Dagsins gestur var Sigfríður S. Clementsen, høvuðsvenjari hjá HB. Sigfríður S. Clementsen staðfesti, at hann er "ein heilur pakki", sum venjari, og HB veit hvat teir hava fingið, tá teir hava sett hann í starv.
Tróndur Arge og Sigfríður S. Clementsen høvdu hesi evni á skránni í sendingini í dag :
1) Hví tók Siggi við starvinum, sum høvuðsvenjari hjá HB.
2) Hópurin hjá HB, hvat er gott, og hvat manglar kanska í fyri at hava tann optimala hópin.
3) Siggi metir um topp-4 liðini í effodeildini í fjør, Víking, KÍ, NSÍ og B36.
4) Hvat heldur Siggi um uppskotini hjá Marco van Basten at broyta fótbóltsreglarnar.
5) Hvat ger Pep Guardiola galið, sum venjari hjá Manchester City?