Sum In.fo skrivaði fyrr í dag, so eru Albert Ellefsen og Tróndur Jensen eru aftur í HB. Albert Ellefsen sum hjálparvenjari og Tróndur Jensen sum miðvallari.
Les eisini: Tróndur til HB
Umframt teir báðar, so hevur HB eisini gjørt sáttmála við verjuspælaran Jákup F. Hansen. Hann hevur seinastu tíðina spælt við 07 Vestur í næstbestu deildini.
Les eisini:Kent andlit aftur í HB
Undan hesum hevur HB kunngjørd, at Jan Dam verður høvðusvenjari komandi tvey árini. Spælarar sum Teitur M. Getsson, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum og Christian R. Mouritsen hava longt sáttmálan í felagnum.
Les eisini:Troest heldur fram
Tað ljóðar, at Kristin R. Mouritsen eisini er høgt í metum í HB, men at hann ikki tekur avgerð fyrr enn í november, tí hann bíðar eftir svari um útbúgving.