HB varpaði KÍ úr steypakappingini

Heidi og Milja skoraðu tvey mál í part

Heldur ikki í ár vera sigursvandu KÍ kvinnurnar partur av finaluni í steypakappingini.

Tað varð greitt í dag, tá ið HB í Gundadali vann 4-2 ímóti KÍ. HB vann fyrru hálvfinaluna í Klaksvík 5-4.

Heidi Sevdal legði HB framum 1-0 og 2-0. Hálvleiksstøðan var 3-1. Rannvá B. Andreasen minkaði um munin, áðrenn Milja R. Simonsen skoraði til 3-1.

Milja R. Simonsen økti til 4-1, áðrenn Evy á Lakjuni minkaði um munin til 4-2.

Samantalt vinnur HB seg í finaluna við samantalda málmuninum 9-6.

 

Í løtuni spæla ÍF/Víkingur og EBS/Skála seinnu hálvfinalu í Sarpugerði. EBS/Skála vann fyrru hálvfinaluna 2-1.