Tað mundi vera fáur, ið hevði væntað, at spenningur og dramatikkur skuldi merkja endaminuttirnar í seinna Champions League-dystinum millum føroysku og svensku meistaraliðini, men tað gjørdi tað altso.
Beint, tá klokkan fór um teir 90 minuttirnar og HB var á odda 1-0, var tað ein spurningur, um ikki liðformaðurin hjá Malmö FF, Daniel Andersson, steðgaði bóltinum við hondini, so HB skuldi fingið brotsspark.
Well, dómarin stóð væl fyri og dømdi einki, og so gekk tað brádliga skjótt hinvegin. Wilton Figueiredo, sum hevði átt onkrar av næskastu royndunum hjá gestunum, fekk frið og náðir at skjóta frá brotsteigarmarkinum, og so bleiv tað í staðin 1-1.
Sami maður var eisini í yvirtíðini um reppið at skora til 2-1, men Teitur Gestsson í HB-málinum var kvikur at seta fótin fyri, so HB fekk bjargað Føroyum triðja europeiska javnleikin á heimavølli í summar.
Ígjøgnum so at siga allan dystin var HB væl við og var væl skipað á vøllinum. Gamaní, hevði Malmö FF onkrar stórar møguleikar og rakti stongina ta einu ferðina, men HB kundi eisini fingið meira burturúr har frammi, tí tað var meiri enn ta einu ferðina, at stórur kjansur skuldi komið burturúr.
Men serliga í fyrra hálvleiki tóktist onkursvegna, sum vóru framherjarnir hjá HB ikki ordiliga vanir við, at kjansirnir komu til teirra, og í øllum førum vóru teir ikki nóg kaldir, tá smekkast skuldi til.
Glaður fyri dystin
– Fyrri hálvleikur góður hjá okkum og vit halda teimum stórt sæð frá teimum stóru kjansunum. Hinvegin koma vit ikki ordiliga í gongd í seinna hálvleiki, har teir hava einar tveir ella tríggjar kjansir. Men so skora vit so passaliga seint upp á ein deyðbólt og hava teir í eina løtu, staðfesti HB-venjarin, Sigfríður Clementsen, ið enn eina ferð vísti, at hann er eitt slag av »europeiskum spesialisti«.
– Hatta liðið er so rutinerað, at vit ongantíð ordiliga fingu sett tað undir trýst, men tað var altso um reppið, at vit vunnu, og tað hevði kanska ikki verið heilt óuppiborið. Eg eri glaður fyri dystin í dag, men eitt sindur keddur av, at teir fingu síni mál í fyrra dystinum, sum teir fingu tey.
Liðformaðurin hjá HB, Fróði Benjaminsen, sat eftir dystin við einari eitt sindur keðiligari kenslu, tí HB ikki fekk akkurát tað burturúr, sum ætlanin hevði verið, sjálvt um sumt riggaði.
– Vit vistu sum var, at vit nokk skuldu fáa onkrar møguleikar, og fingu vit fyrst eitt mál, so var ikki so langt til tað næsta. Tað riggaði fyri so vítt fínt, tí vit fingu tað fyrra málið, men so skoraðu teir – og vildi heilt illa til, kundu teir farið við øllum ímóti endanum, staðfesti liðformaðurin.
Hann fekk eisini málið hjá HB, sum kom eftir eitt fríspark í høgru síðu, har Símun Samuelsen bleiv koyrdur um koll. Andrew av Fløtum, ið fyrstu 75 minuttirnar av dystinum royndist sera stinnur og gløggur í spælinum, legði sær bóltin til rættis og skjeyt frísparkið innfyri.
– Har bleiv nógv haldarí, men at enda kom bólturin nøkulunda til mín, so tað bara var at seta høvdið á og royna at fáa hann ímóti málinum, segði Fróði Benjaminsen, ið var á rætta staðnum til røttu tíð við fremru stong, so spenningur av álvara kom í dystin.
Kann brúkast víðari
Hevði hetta europeiska ævintýrið hjá HB verið fullkomið, hevði næsta mótstøðuliðið verið Glasgow Rangers, sum í gjárkvøldið hevði venjaran, Ian Durrant, upp á pláss millum áskoðararnar í Gundadali.
Nú skal hann heim at fyrireika seg til tveir dystir ímóti Malmö FF, og hóast hetta var tað fyri hesa ferð hjá HB, so hava Sigfríður Clementsen og hansara menn fingið gott viðføri at hava við sær, nú seinni helmingur av føroysku landskappingini verður skotin í gongd á ólavsøku.
– Ja, vit kunnu so staðfesta, at vit eru komnir í gongd. Síðani Ingi og eg tóku við sum venjarar hjá HB, hava vit fyrst spælt ein góðan dyst ímóti B36 og síðani tveir ímóti Malmö FF, har tann fyrri vísti moral og tann seinni gav okkum møguleika at vera meira við í spælinum, segði Sigfríður, sum onkursvegna hevur fingið fleiri dygdir fram í somu spælarum, sum higartil ikki hava fingið tað at borið til í landskappingini.
Fróði Benjaminsen staðfestir somuleiðis, at serliga hesir báðir dystirnir ímóti Malmö FF, sum HB tapir samanlagt 1-3, kunnu brúkast í teimum dystunum, sum eftir eru í føroysku kappingini.
– Eg haldi, at spælararnir eru væl fyri og hugurin er góður. Hetta vóru tveir dystir, ið vit saktans kunnu brúka, nú vit ætla at vinna okkum longur fram í landskappingini, segði hann.
– Vit hava í veruleikanum ikki havt nakran summarsteðg, so vit eru klárir at koyra á víðari, nú seinni helmingur av kappingini fer í gongd. Og eg haldi, at tað hevur gjørt okkum gott, at vit nú hava fingið spælt tveir dystir við harðari mótstøðu.
MYNDATEKSTUR:
UM REPPIÐ
HB, sum fyrsta helming av landskappingini hevur verið trilvandi og leitandi, sær út til at hava fingið gott í beinið í teimum báðum europeisku dystunum ímóti Malmö FF. Í gjárkvøldið var um reppið, at HB stakk av við øllum, men mátti í evstu løtu lata sigurin frá sær
Mynd: Álvur Haraldsen